– Um arbeiðið við at miðla bøkur, menna lesivanar og stimbra lesivenjing veruliga skal muna, og framhald vera í, eigur skúlabókasavnið at vera opið og mannað hvønn dag, eisini í fríkorterum. Skúlabókasavnið eigur ikki at verða brúkt til avlopstímar og aðra ífyllu, sigur Birna Gaard, lærari og skúlabókavørður, í samrøðu við Skúlablaðið.
Birna Gaard sigur, at skúlabókasavnið kann hava týdning fyri lesivanar hjá børnum.
– Skúlabókavørðurin kann vegleiða og hjálpa hvørjum einstøkum barni at finna røttu bókina. Tá hevur tað týdning at vita, hvønn lesiførleika barnið hevur, og hvørjar søgur (tekstaslag) barnið heldur vera góðar og tímir at lesa. Tað hevur eisini týdning at læra børnini, hvar "teirra" bøkur eru á bókasavninum, fyri at tað skal vera lætt og einfalt hjá teimum at finna eina nýggja bók, eisini, tá bókavørðurin ikki er tøkur, sigur hon.
Eisini vísir hon á, at frílesing gevur góðar lesivanar, um børn hava brotið lesikoduna og kunnu hugsavna seg um søguna í bókini, tey lesa.
– Tað at lesa eitt ávíst tal av minuttum um dagin er fyri summi børn byrjanin til at megna at hugsavna seg um lesingina og gerast burtur í eini bók. Kemur barnið so langt, er restin oftast eitt spæl, og bøkur verða lisnar við stórum áhuga og ferð.
Les alla samrøðuna við Birnu Gaard her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald