Innanlands

- Skúlar eiga at hava morgunsang allar vanligar skúladagar

Jógvan á Lakjuni heldur at mentanararvurin skal varðveitast gjøgnum morgunsang í skúlunum

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

Savnsmynd: Jens Kr. Vang

2019-03-08 18:32 Author image
Ari av Rana
placeholder

Jógvan á Lakjuni, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin, heldur, at skúlarnir eiga at hava morgunsang allar vanligar skúladagar. Tí hevur hann gjørt uppskot til løgtingslóg um at hetta verður krav.

Í viðmerkingunum sigur Jógvan á Lakjuni, at ein av høvuðsuppgávunum hjá fólkaskúlanum er at varðveita mentanararv okkara, og at í fólkaskúlalógini stendur, at skúlin i´sátt og samvinnu við foreldrini skal hjálpa til at geva næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.

Jógvan á Lakjuni sigur, at ein partur av mentanararvinum er sangskatturin, og at tað er umráðandi at tað verður sungið við børnum í skúlanum, so sangir og sálmar kunnu verða lærdir til lítar.

Løgtingsmaðurin mælir tí til, at tað verður álagt skúlunum at læra børn og ung vanligar føroyskar barnasangir, fosturlandssangir og sálmar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder