Uttanlands

– Skulu hugsa minni um Putin

Heldur skulu amerikanarar hugsa meira um tilflytarar, sigur amerikanski forsetin

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, amerikanski forsetin, Donald Trump, og amerikanski varaforsetin, J.D. Vance hittust í Hvítu Húsunum fríggjadagin (Mynd: EPA)

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, amerikanski forsetin, Donald Trump, og amerikanski varaforsetin, J.D. Vance hittust í Hvítu Húsunum fríggjadagin (Mynd: EPA)

2025-03-03 14:19 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

USA skal hugsa minni um russiska forsetan, Vladimir Putin, sigur amerikanski forsetin, Donald Trump í dagføring á Truth Social.

– Vit eiga at brúka minni tíð uppá at vera stúrin um Putin og meira tíð uppá at vera stúrin um tilflytarar, sum fremja hópneyðtøkur, narkobarónar, drápsmenn og fólk úr psykiatriskum stovnum, sum koma inn í okkara land - so vit ikki enda sum Evropa, skrivar Trump.

Seinastu tíðina hevur Trump verið fyri atfinningum fyri at nærkast Russlandi, og fyri at kalla ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskyj ein einaræðisharra, og sambandið millum Trump og Zelenskyj er ikki batnað.

Fríggjadagin hittust Trump og Zelenskyj í Hvítu Húsunum fyri at skriva undir avtalu um ukrainsk ráevni, men fundurin endaði við orðadrátti fyri opnari mikrofon, og eingin avtala varð undirskrivað.

Demokratiski sentarorurin, Chris Murphy segði m.a. í gjár við CNN, at tað tykist sum at Hvítu Húsini eru blivin longdi armurin hjá russisku stjórnini.

– Tað sær út til, at USA roynir at fara í part við einaræðisharrar.

Meginparturin av republikanska flokkinum stuðla hinvegin amerikanska forsetanum. Fleiri embætisfólk í amerikonsku umstingini hava skotið upp, at ukrainski forsetin eigur at leggja frá sær fyri at tryggja eina friðaravtalu við Russland, skrivar Ritzau.

Amerikanski trygdarráðgevin, Mike Waltz sigur m.a., at tað er tørvur á einum ukrainskum leiðara, "sum kann samráðast við okkum og at enda við russum og fáa ein enda á hesum krígnum".


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder