Innanlands

- Skulu hugsa um at byggja karakter hjá børnum heldur enn hyggja eftir karakterum

Soleiðis segði Erhard Joensen, framsøgufólk hjá Sambandsflokkinum, í sambandi við málið um at endurskoða landsroyndir. Sum heild eru tingfólk samd í, at man skal verða varin við royndum ov tíðliga

Erhard Joensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Erhard Joensen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-02-19 16:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eitt av teimum seks málunum, sum er fyri í Løgtinginum í dag, er "Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan" (Ásetingar um skipan av landsroyndum). Talan er um fyrstu viðgerð.

Djóni Nolsøe Joensen (C) legði málið fram. Landsstýrismaðurin í Barna- og útbúgvingarmálinum legði dent á, at tað eftir tilmæli frá millum annað Fólkaskúlaráðnum er rætt at hyggja uppá tillagingar i sambandi við landsroyndir.

Sí meira um málið og uppskotið her

Ein ítøkilig roynd er tann í Náttúru og Tøkni hjá 4. flokki. Hesa vil Djóni Nolsøe Joensen ikki hava longur, og tað er bygt á ynski hjá nógvum øðrum í skipanini. Um hetta málið kemur ígjøgnum, so fellur hendan royndin hjá 4. flokki burtur.

[object Object]
Djóni Nolsøe Joensen á tingsins røðarapalli (Savnsmynd)

Sum heild tóku løgtingsfólk undir við, at man skal ansa sær ikki at leggja ov stóran dent á royndir og próvtøl ov tíðliga - eisini tey sum eru lærarar.

Jóhannis Joensen úr Javnaðarflokkinum vísti á, hetta ikki er vegurin at fara - tað leggur eitt óneyðuga stórt trýst á næmingar, og tað er ov nógv eftirlit við tí.

Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum helt fyri, at - Vit skulu hugsa um at byggja karakter hjá bønum heldur enn hyggja eftir karakterum. 

Málið fer nú í Mentanarnevndina og kemur síðani aftur til 2. viðgerð um eina tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder