Fitt av muni er á, hvussu nógv stjórarnir á alifeløgunum, sum er skrásett í keypsskálanum í Oslo, fáa í løn og samsýning.
Internetmiðilin ilaks.no, sum fylgir nær við hvat fyriferst í alivinnuni hevur gjørt eina uppgerð yvir hvussu nógv tær stóru alifyritøkurnar lata sínum stjórum.
Her framgongur, at Regin Jacobsen, stjóri í føroyska Bakkafrost fær 2,4 milliónir norskar krónur í løn í fjør, og at táverandi fíggjarstjórin, Gunnar Nielsen fekk 2,1 milliónir norskar krónur.
Men samsýningin til stjórarnar í Bakkafrost er lítil í mun til hvat hansara starvsfelagar í norsku alifyritøkunum fáa. Miðilin ilaks leggur tó afturat, at ongin vandi er fyri, at Regin Jacobsen ikki hevur salt til greytin, tí hann sjálvur er stóreigari í felagnum, og harvið fingið munandi part av vinningsbýtinum.
Best løntur er Alf-Helge Aarskog, stjóri í Mowi, sum til fyri fáum mánaðum síðani æt Marine Harwest. Hann fekk í fjør 21,8 milliónir norskar krónur í løn, meðan fíggjarstjórin í felagnum, Ivan Vindheim fekk 13,3 milliónir.
Á listanum hjá ilaks eru sjey alifyritøkur, sum lata stjórum sínum hægri løn, enn Bakkafrost ger.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald