Innanlands

– Stóran týdning at rottan ikki fær fótin fyri seg á hesum oyggjum

11 oyggjar eru rottufríar, og verður tað til óbótaligan skaða fyri fuglastovnarnar, um rotta kemur á hesar oyggjar, sigur Umhvørvisstovan

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-10-03 18:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í Føroyum er 11 oyggjar, har eingin rotta er – Fugloy, Svínoy, Kalsoy, Nólsoy, Hestur, Koltur, Sandoy, Mykines, Skúvoy, Stóra Dímun og Lítla Dímun –  og tað hevur sera stóran týdning at fyribyrgja, at rotta fær fótin fyri seg á hesum oyggjum. Tí kemur rotta til hesar oyggjar, verður tað til óbótaligan skaða fyri fuglastovnarnar, sigur Umhvørvisstovan.

Fyri at fyribyrgja spjaðing av rottu til oyggjar, har eingin rotta er, skulu heilsølur og handlar tryggja sær, at vøra, sum skal sendast til hesar oyggjar, ikki er fongd við rottu. Mest týðandi liðurin í hesum er, at vøran verður pakkað soleiðis, at rotta ikki sleppur framat, sigur Umhvørvisstovan, sum hevur gjørt eina mannagongd fyri flutning av vøru til rottufríar oyggjar.

Mannagongdin fevnir um øll lið, frá tí at vøran verður pakkað, til hon er hjá móttakaranum.

– Tað er týdningarmikið, at handlar, heilsølur og onnur, sum senda vøru til rottufríar oyggjar, merkja vøruna við serligari etikett, har tað við áskrift verður váttað, at vøran varð kannað og pakkað forsvarliga, áðrenn hon varð send. Vøra við slíkari etikett og sum er heil og óskalað, kann metast sum rottutrygg, tá hon kemur fram til móttakaran.

Umhvørvisstovan heitti í summar á handlar og heilsølur um at fylgja nýggju mannagongdini, og í farnu viku varð somuleiðis heitt á flutningsfyritøkur, harundir Atlantsflog og Strandfaraskip Landsins, um ikki at flyta vøru til rottufríar oyggjar, sum onga etikett hevur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder