Mentan

- Sum svensk pitsa við kópatvøsti

Ummælarin hjá Ekstrablaðnum er ikki mjúkur í orðunum um at Kári Fossdalsá kom víðari í X Factor í gjár

Mentorurin Martin Jensen og Kári Fossdalsá (Mynd: Sverri Egholm)

Mentorurin Martin Jensen og Kári Fossdalsá (Mynd: Sverri Egholm)

2022-03-26 15:00 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ummælarin hjá Ekstrablaðnum, Thomas Treo, hevur seinastu vikurnar ikki hildið seg aftur við at spilla Kára Fossdalsá út, men hinvegin róst Tinu Mellemgaard fyri sínar framførslur.

Soleiðis var aftur í gjárkvøldið, tá hann ummældi X Factor. 

- Sangarin, sum ikki rættiliga dugir at syngja, framførdi svensku landapláguna “Svag” hjá Victor Leksell, men av ókendum orsøkum fekk hann sangin at ljóða italienskan. Tað var sum svensk pitsa við kópatvøsti, skrivar Thomas Treo í ummælinum, sum í stóran mun snýr seg um Kára.

- Ein vildi hildið, at tað fekk hyggjararnar at sparka Kára heim, men rákið er vent. Sum ein annar Klods-Hans sær hann brádliga út til at kunna leypa avstað við øllum kongaríkinum, skrivar ummælarin.

Tað stendur tó ikki so illa til, sum Thomas Treo vil gera tað til.

Kári Fossdalsá hevði í gjárkvøldið ikki nógv til yvirs fyri teimum, sum komu við kritikki um hansara svenska.

- Tað eru sjálvandi nøkur, sum ikki skilja tað, men tað er sum tað er. Men tað vóru sviar her í kvøld, sum søgdu at eg rakti rætt. So eg eri glaður.

Hetta er fyrstu ferð, at 25 ára gamli toftamaðurin roynir seg á svenskum.

Hann greiddi Ekstrablaðnum frá, at Martin Jensen hevur ein svia í toyminum, sum hevur lært hann svenskan framburð. Svenska Molly Sandén, sum var á X Factor-pallinum í gjárkvøldið, hevði eisini sagt, at hon skilti alt, og at øll orðini vóru røtt.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder