Innanlands

- Tá tvey av sama kyni giftast kunnu serstøk vígslubrøv vera til teirra

Maki 1 og maki 2 heldur enn maður og kona er púra óneyðugt sigur Annita á Fríðriksmørk

Annita á Fríðriksmørk (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

Annita á Fríðriksmørk (Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-20 20:55 Author image
Sverri Egholm
placeholder

- Latum okkum ásanna støðuna, sum hon er: Í allar flestu førum er talan um, at tvey av hvør sínum kyni giftast, og latum okkum tá siga, sum vit altíð hava sagt: "kvinna og maður". 

Hóast munnligi fyrispurningurin hjá Jógvani á Lakjuni, tingmanni fyri Fólkaflokkin, um broyting í vígslubrævinum, ikki varð svaraður á tingfundinum í gjár orsaka av forfalli, er hann ikki farin aftur við borðinum hjá Tjóðveldi.

Í vígslubrøvunum stendur nú Maki 1 og maki 2 heldur enn maður og kona. Tað er púra óneyðugt, heldur Annita á Fríðriksmørk, tingkvinna fyri Tjóðveldi.

- Í nøkrum fáum førum er talan um, at tvey av sama kyni giftast, og hvat skal verða í vegin, at tað gongur fram í vígslubrævinum, at so er, sigur Annita á Fríðriksmørk í viðmerking í dag.

- Um tað tá skal eita Maki 1 og maki 2, ella maður og maður / kvinna og kvinna, tá talan er um samkynd hjúnarband, - tað má man kunna finna eina loysn uppá, sum hesi eru nøgd við, sigur hon.

- Onkur roynir at gera hetta til, at hendan samgongan er úti eftir tí kynsneutrala samfelagnum. Men tað er tað reina tvætl. Hvílir man í sínum egna samleika, so veit man, at tað ber heilt einfalt ikki til, heldur Annita á Fríðriksmørk.

Les eisini: Jógvan á Lakjuni: Maki 1 og maki 2 heldur enn maður og kona

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder