- Er tað rætt, at í hjúnabandsbókini í staðin fyri ”kvinnan” og ”maðurin” nú stendur ”maki 1” og ”maki 2”, og at tey eisini skriva undir við hesum heiti?
Tað fer Jógvan á Lakjuni, tingmaður fyri Fólkaflokkin, í morgin umvegis munnligan fyrispurning at spyrja Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu, um.
Hann sigur, at tað nú frættist, at nýggj kynsneutral oyðubløð eru gjørd í samband við giftarmál, og so ófatiligt tað enn ljóðar, so eru heitini ”maður” og ”kvinna/kona” beind burtur og strikað av vígslubrævinum, sum parið fær, tá ið tey eru gift, og í hjúnabandsbókini, har hjúnini skrivað undir, stendur nú ikki longur ”kvinnan” og ”maðurin”, men ”maki 1” og ”maki 2”.
- Tú fært teg næstan ikki at trúgva hesum og spyrt teg sjálvan, um endamálið veruliga er at viska burtur biologiskt kyn og fáa fólk at hugsa og tosa í kynsneutralum ”termum”!
Eisini spyr hann hvussu nógv pør av sama kyni eru gift í Føroyum, síðani lógin varð broytt, og “hví serlig oyðubløð ikki verða gjørd til tey fáu, í staðin fyri at ein alstórur meiriluti skal diskriminerast á henda hátt orsakað av einum pinkulítlum minniluta”, sum hann orðar seg.
Munnligir fyrispurningar eru á skrá á tingfundi klokkan 11 í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald