Innanlands

- Tað er faktist well at vera klokkari

Ingibjørg Sigridardóttir Müller, sum røkir uppgávuna í Árnafirði, telist millum teir yngru klokkararnar í føroysku fólkakirkjuni

- Tað var ein sunnudag at tað manglaði ein klokkari. Eg var tá spurd, um eg hevði hug at ringja inn til gudstænastuna, og eg segði sjálvandi ja. Síðani havi eg verið her, greiðir Ingibjørg frá (Mynd: folkakirkjan.fo)

- Tað var ein sunnudag at tað manglaði ein klokkari. Eg var tá spurd, um eg hevði hug at ringja inn til gudstænastuna, og eg segði sjálvandi ja. Síðani havi eg verið her, greiðir Ingibjørg frá (Mynd: folkakirkjan.fo)

2023-01-27 12:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Mær dámar væl at røkja tænastuna sum klokkari. Tá vinkonurnar spyrja meg um hetta, so sigi eg akkurát tað sama við tær, tá tær spyrja meg um hetta: Tað er faktist gott at vera ein kirkjutænari her í Árnafirði

Hetta sigur 19-ára gamla Ingibjørg Sigridardóttir Müller, sum telist millum teir yngru klokkararnar í kirkju okkara, við folkakirkjan.fo.

Øll tænastan í eini kirkju er væl skipað. Kirkjutænarar og prestur hava sína uppgávu at røkja, men fara ongantíð undir hana uttan so at hin er liðugur við sína.
Til dømis byrjar urguleikarin ongantíð at spæla eitt lag, meðan presturin prædikar ella biður. Deknurin lesur ikki útgangsbøn, fyrrenn seinasta ørindið er sungið. Og klokkarin ringir bara, tá viðkomandi veit 100 prosent, at tað er nú.

[object Object]

Klokkari í kirkjuni henda Trettanda sunnudag 2023, tá skrivarin á folkakrikjan.fo vitjar, er ein ung kvinna. Ingibjørg Sigridardóttir Müller er 19 ára gomul, gongur seinasta árið á studentaskúlanum á Kambsdali, og hevur verið klokkari her seinastu trý árini.

- Tað var ein sunnudag at tað manglaði ein klokkari. Eg var tá spurd, um eg hevði hug at ringja inn til gudstænastuna, og eg segði sjálvandi ja. Síðani havi eg verið her, greiðir Ingibjørg frá.

Og hon leggur brosandi aftrat:
- Tað er faktist ordiliga well!

Ingibjørg Sigridardóttir Müller er klokkari tveir sunnudagar á rað, og hevur síðani frí í tveir. Hon hevur tænastu, samstundis sum tá mamman hevur, og hetta hóskar væl. Ingibjørg sigur eisini, at mamman plagar at hjálpa henni, tá kimast skal í samband við høgtíðsdagar, tí tá skal tað ringja í ein tíma út í eitt. 

- Her í Árnafirði verður ringt við hond, - einki við bara at trýsta á ein knapp, og so ordnar tøknin rest, sigur Ingibjørg við einum brosi. 

Kirkjuklokkan í Árnafirði er frá 1936 og er harvið eitt ár eldri enn sjálv kirkjan

Til ber at lesa alla greinina og meira um klokkuna á folkakirkjan.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder