Innanlands

- Tað er ikki neyðturviliga rætt, at einki er at stúra um

Formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Magni Mohr, tekur ikki undir við Poul Michelsen, sum sigur, at einki er at stúra um viðvíkjandi heilsuárinum frá nýggja 5G-netinum

Magni Mohr (Savnsmynd)

Magni Mohr (Savnsmynd)

2019-03-16 20:54 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrr í vikuni segði Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, at tey 1062 fólkini, sum skrivaðu undir fyri at steðga ætlanina at seta upp 5G farnet í føroyum, einki hava at stúra um.

Tær altjóða kanningarnar, sum eru gjørdar benda ikki á, at nakað er at vera bangin um, segði hann við Kringvarpið.

Men formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Magni Mohr, tekur ikki undir við landsstýrismanninum

- Tað er ikki neyðturviliga rætt, at einki er at stúra um viðvíkjandi heilsuárinunum frá nýggja 5G-netinum, sum verður sett upp í Føroyum, soleiðis sum Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum, vil vera við, sigur Magni Mohr við Kringvarpið.

Kanningarnar, sum Poul Michelsen vísir til, eru gjørdar í mun til krabbamein, og tær vísa ikki øktan vanda fyri krabbameini. Men strálurnar kunnu ávirka kyknir, og mann veit ikki, hvat hendir, um mann er úti fyri slíkum strálum frá móðurlívi og gjøgnum øll barnaárini, sigur hann.

Magni Mohr mælir tí til at seta ein arbeiðsbólk at kanna og lýsa málið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder