Eitt nýtt tíðarskeið í føroyskum politikki er byrjað í dag. Nú við landsins yngsta løgmanni nakrantíð, 29 ára gamla Beinir Johannesen.
Eitt sindur sjáldsamt var tað, at hann í dag fekk lyklararnar handaðar frá farbróðuri sínum, fráfarandi løgmanni, Aksel V. Johannesen, sum hálsfevndi nýggja løgmann, eftir at hava handað lyklarnar.
Til staðar í Tinganesi var eisini omman, Johild Johannesen, sum umframt at hava verið landstýrismannakona, og løgmansmóðir, nú eisini kann kalla seg løgmansomma. Tað man vera eindømi.
Í røðu síni á móttøkuni í Tinganesi í dag segði Beinir Johannesen løgmaður, at við at bróta blokkpolitikkin, sum hevur verið galdandi í nógv ár, byrjar eitt savnandi tíðarskeið í føroyskum politikki.
- Hetta er ein byrjan, har vit ikki einans mæla til breiðar semjur, men standa saman um eina breiða samgongu, sum kann fremja semjurnar í verki. Stendur tað til mín, so er tað einki til hindurs fyri, at alt løgtingið er við í fleiri av málsetningunum, sum henda samgongan hevur sett sær fyri.
- Vit hava skyldu til at finna semjur og loysnir øllum Føroyum at frama, segði løgmaður millum annað.
![]()
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald