
Mánadagin gjørdist greitt, at teknmæltir borgarar fóru at verða við sviðusoð valkvøldið, tí at bert tveir tímar av valsendingini hjá Kringvarpinum fóru at verða tulkaðir.
Men í gjár varð vent í holuni. Ov fáir tulkar eru í stavið, men tað var eydnast kortini.
Les eisini: Øll valsendingin verður teknmálstulkað
Deyvafelag Føroya takkaði tá Jenisi av Rana, landstýrismanni í Mentamálum, fyri at fáa hetta í lag, og eftir midnátt sendi felagið eina stutta takkarkvøðu út. Har varð fegnast um, at valsendingin í Kringvarpinum bleiv teknmálstulkað og stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá KVF. Tøkk varð send til tulkarnar og KVF, og sligið varð fast, at hetta gevur eina góða kenslu av felagsskapi.
Her er skrivið:
Deyvafelag Føroya gleðist um at valsendingin í kvøld í Kringvarpinum, bleiv teknmálstulkað og stroymað beinleiðis á heimasíðuni hjá KVF.
Tøkk til tulkar og KVF fyri tað. Serstakliga tí at vandi var fyri, at at teknmæltu hyggjarar ikki fingu úrslit og kunning samstundis, sum tað var varpað á føroyskum.
Tað gevur eina góða kenslu av felagsskapi
Við kvøðu
Deyvafelag Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald