2019-06-21 09:10
Løgreglan hevur havt eitt friðarligt døgn. Eitt minni ferðsluóhapp var í Hósvík í gjár og onkur bilur varð steðgaður og kannaður í Havn.
Tað var beint fyri kl. 13.30 í gjár at ein bilur fór útav vegnum í Hósvík. Tveir løgreglubilar komu á staðið. Ein maður var í bilinum og hesin slapp sjálvur úr bilinum.
Av løgreglustøðini verður sagt, at tað helst bara var gáloysni sum gjørdi at maðurin koyrdi av vegnum. Maðurin fekk ongan skaða og bilurin fekk lítið og einki av skaða.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald