- At útlendingar, sum seta búgv í okkara vakra landi, eisini fáa møguleikan at menna seg – ikki minst málsliga – ja, her hevur Kvøldskúlin gingið undan og víst stóra samfelagsliga ábyrgd. Og eg tori at siga, at tit standa fyri størsta átakinum at samansjóða útlendingar í Føroyum nakrantíð.
Soleiðis segði Annika Olsen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, m.a., tá ið hon setti árligu framsýningina hjá Tórshavnar Kvøldskúla seinnapartin í dag.
Og so hendi tað eisini í ár, at fýra undirvísarar vórðu heiðraðir fyri teirra drúgva arbeiði í Kvøldskúlanum. Jenny Simonsen hevur undirvíst í brodering og knipling í 47 ár. Petur Hans Dahl hevur havt dugnaskaparroyndina um hendi í 29 ár. Niels Olsen hevur undirvíst í harmoniku í 37 ár, og Jóna Rasmussen hevur undirvíst í listgrafikki í 25 ár. Sum tøkk fyri hetta stóra arbeiði fyri Kvøldskúlan fingu tey blómutyssi handað frá borgarstjóranum.
Røðan hjá Anniku Olsen kann lesast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald