
Seinast tíðina hevur Vinnuhúsið viðgjørt bráðtørvin á starvsfólki, har fleiri fyritøkur og arbeiðsgevarar hava greitt frá teirra avbjóðingum. Fyritøkurnar eru sum heild samdar um, at tørvurin á starvsfólki ongantíð hevur verið størri enn nú, og starvsfólkatrotið er nú ein beinleiðis forðing fyri framhaldandi menning og vøkstri í føroysku vinnuni, skrivar Vinnuhúsið.
Føroyskar fyritøkur siga nei til ordrar, eins og matstovur ikki megna at hava opið fulla tíð vegna starvsfólkatrot. Stórur partur av tíðini fer til at fáa gerandisdagin at hanga saman við ov fáum starvsfólkum, í staðin fyri at menna vinnuna.
Stóra avbjóðingin at útvega starvsfólk er ikki brádliga íkomin. Stóri eftirspurningurin eftir starvsfólki hevur ment seg yvir fleiri ár, og tí skulu fleiri loysnir og tillagingar til fyri at fáa útboð og eftirspurning at passa betur saman á framtíðar arbeiðsmarknaðinum, skrivar Vinnuhusið.
Á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum ber til at lesa fleiri frágreiðingar frá arbeiðsgevarum um teirra avbjóðingar.
Les eisini: Stórt trot á arbeiðsmegi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald