- Vit hava ikki slept styttu arbeiðsvikuni. Hon skal styttast.
Tað segði Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin í røðu sínari fyri løtu síðani.
– Eg trúgvi sjálvandi framvegis uppá, at samgongan heldur seg til greiðu avtaluna í samgonguskajlinum, segði hon. Annars er eingin samgonga, legði hon afturat.
Ingilín Didriksen Strøm gav onga ábending um, at hon fer at atkvøða ímóti uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin. Men hon hevði ynskt, at stytta arbeiðsvikan varð komin uppá pláss fyrst.
– Um eg bestemmaði sjálv, so hevði eg kravt tað. Men tað geri eg ikki.
Hoyr eisini: Løgmaður trýr framvegis uppá bæði málini
Liljan Weihe hevur gjørt greitt, at hon fer at atkvøða málinum. Harvið hevur samgonguna ikki ráð til, at onkur annar "fer frá avtaluni".
Sí eisini: Liljan er ímóti pensjónsmálinum - royna at trýsta tað ígjøgnum fyri tunnilsmálið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald