
Eftir fleiri úrslitaleysar samrøður við Russland er amerikanski forsetin, Donald Trump farin at ótolnast.
Tað sigur amerikanski uttanríkismálaráðharrin, Marco Rubio í samrøðu við Fox News.
– Tíðin er komin til at handla, og eg haldi, at forsetin hevur gjørt tað greitt, sigur Rubio.
Trump hevur havt fleiri góðar samrøður við russiska forsetan, Vladimir Putin, men tað er ongantíð komið nakað burturúr, og tí er forsetin um at missa tolið, sigur Rubio.
– Hann er um at missa tolið. Hann er um at mista viljan til at bíða eftir, at russiska síðan ger nakað fyri at fáa ein enda á hesum krígnum (millum Russland og Ukraina).
Trump hevur fleiri ferðir hildið uppá, at kríggið millum Russland og Ukraina, sum byrjaði í februar 2022, ikki var byrjað, um hann hevði sitið sum forseti, og hetta endurtók Rubio í samrøðuni við Fox News.
Rubio legði afturat, at fólk eiga at fegnast um, at Trump ynskir frið og arbeiðir fyri at fáa frið millum Ukraina og Russland.
Fyrr í hesum mánaðinum hótti amerikanski forsertin við at leggja toll á 100 prosent á russiskar vørur og seta í verk onnur revsitiltøk móti londum, sum keypa olju úr Russlandi, um Russland ikki tekur undir við einari avtalu um vápnahvíld í Ukraina innan 50 dagar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald