
Evropa noyðist at styrkja sína egnu verju og gerast minnið bundið av USA, sigur Friedrich Merz, formaður í flokkinum CDU, sum vann týska valið í gjár.
– Eg hevði ikki trúð, at eg skuldi siga hetta í einari sjónvarpssending, men eftir seinastu útsøgnirnar hjá Donald Trump (amerikanski forsetin, red.) í síðstu viku er greitt, at amerikanarar ikki leggja í lagnuna hjá Evropa, segði Merz í formansumfari í týskum sjónvarpi í gjárkvøldið sambært Ritzau.
– Hjá mær fær tað at styrkja Evropa skjótast gjørligt hægstu raðfesting, so vit stig fyri stig veruliga kunnu gerast óheft av USA, tá tað snýr seg um verjuspurningin.
– Eg eri spentur at síggja, hvat fer at henda frá nú og til Nato-toppfundur verður síðst í juni, segði hann og legði afturat, at hann ivast í, um tað enn verður talan um Nato í sínum núverandi líki, ella um tað verður neyðugt at stovna ein oheftan evropeiskan verjufelagsskap.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald