Uttanlands

– Um bara helvtin kann prógvast, er hann liðugur

– Tað er eitt sera detaljerað ákærurit, og tað er sera, sera fellandi, sigur William Barr, ið var løgmálaráðharri undir Donald Trump um ákærurnar, sum eru reistar móti fyrrverandi amerikanska forsetanum

William Barr var løgmálaráðharri undir Donald Trump frá februar 2019 til desember 2020 (Mynd: EPA)

William Barr var løgmálaráðharri undir Donald Trump frá februar 2019 til desember 2020 (Mynd: EPA)

2023-06-12 15:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

William Barr, sum var løgmálaráðharri undir Donald Trump, verjir ákærurnar, sum eru reistar móti fyrrverandi amerikanska forsetanum. Trump er m.a. ákærdur fyri brot á lógina um njósning við at hava havt hundraðtals loynilig skjøl í varðveitslu.

Í samrøðu við Fox News sunnudagin segði Barr, at um bara helvtin av ákærunum kann prógvast í rættinum, "so er hann liðugur".

Av teimum 37 ákærunum, sum eru reistar, snúgva 31 seg um tey loyniligu skjølini, sum Trump tók við sær, tá hann í januar 2021 fór úr Hvítu Húsunum.

Barr sigur, at hann var skelkaður av, hvussu viðkvæm skjølini vóru, og hvussu nógv skjøl vóru.

– Tað er eitt sera detaljerað ákærurit, og tað er sera, sera fellandi, sigur Barr, sum var løgmálaráðharri frá februar 2019 til desember 2020.

Barr sigur eisini, at uppáhaldið hjá Trump um, at talan er um eina mannajagstran ímóti honum er láturlig.

Les eisini: – Eitt tað ringasta dømið um valdsmisnýtslu

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder