Seinastu árini er tónleikurin hjá Høgna Lisberg nógv brúktur kring heimin. Eitt lag hjá honum er m.a. brúkt í NBA-spælinum fleiri ferðir, og nú hevur hann stovnað eitt publishing felag, sum skal hjálpa øðrum at fáa teirra tónleik út.
– Um eg kann, so kunnu ræðuliga nógv onnur í Føroyum, tí her er so ræðuliga nógvur góður tónleikur, sigur Høgni Lisberg við Kringvarpið.
Hann hevur stovnað Mahogni Music Publishing, sum er Føroya fyrsta publishingfelag. Felagið hevur til endamáls at selja tónleik til røðir, lýsingar o.a..
Høgni Lisberg fór í gongd við hetta fyri nøkrum árum síðani, og hann hevur longu fingið tónleikin út hjá m.ø. Elinborg og Jógvan, sum bæði hava verið at hoyrt í norskum sjónvarpi.
Hoyr innslagið hjá Kringvarpinum her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald