Innanlands

- Um semja ikki er um raðfestingarnar verður nýval

Samgongan hevur ongar ætlanir um at koyra samfelagið av eggini, sigur løgmaður

Aksel V. Johannessen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Aksel V. Johannessen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2019-02-28 14:49 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Aksel V. Johannessen, løgmaður, váttaði í dag fyri løgtinginum, at hann hevði skrivað út nýval um so var, at tingið í gjár hevði samtykt at fara undir at bora tunnilin til Famjins nú.

Tað var Bárður á Steig Nielsen, formaður Sambandsfloksins, sum við útgangsstøði í samrøðu við Henrik Old í útvarpinum á middegi, spurdi løgmann um hann hevur hótt tingfólk við at skriva út val.

Løgmaður segði, at neyðugt er at halda fast um raðfestingarnar, tá tað kemur til tunnilsætlanirnar.

- Vit kunnu ikki fara undir alt í senn, tí so fer búskapurin av eggini. Vit hava gjørt eina raðfesting, og hon má haldast. Raðfestingin er, at vit fara undir Hvalbiartunnilin nú og undir tunnilin norður um Fjall so skjótt sum hvalbiartunnilin er liðugur. Og tunnilstoymið skal fyrst bora tunnilin til Dals, áðrenn farið verður undir tunnilin til Famjins.

- Um henda raðfestingin ikki heldur, so heldur samgongan ikki, og so er ikki annar útvegur enn nýval, segði Aksel V. Johannessen.

Norður um Fjall er næst á listanum
Hetta var ikki einasti spurningur um tunnlar, tá tingið hevði ófráboðaðar spurningar í dag.

Heðin Mortensen, landsstýrismaður við samferðslumálum fekk eisini ein spurning um hvørjar raðfestingarnar hjá landsstýrismanninum eru, nú ivi er sáddur um hvat hendir við tunnlinum norður um Fjall.

Heðin Mortensen lovaði, at farið verður undir tunnilin norður um Fjall so skjótt sum liðugt er at bora til Hvalbiar.

- Hetta er eitt lyfti, sum samgongan fer at halda, segði Heðin Mortensen.

Andstøðutingfólk undraðu seg yvir hví sami Heðin Mortensen so hevur tosað um at kanna møguleikan fyri at bora til Famjins um somu leið, sum borað verður til Hvalbiar, og vildu hava at vita, hvat landsstýrismaðurin í veruleikanum meinar.

Heðin Mortensen tók uppaftur, at tá Hvalbiartunnilin er liðugur, verður farið undir at bora norður um Fjall.

- Men tað kann ikki skaða, at vit seta felagnum, sum skal bora til Hvalbiar, nakrar spurningar viðvíkjandi Famjinstunlinum, svaraði Heðin Mortensen duldarfult aftur. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder