Arctic Frontiers er stór ráðstevna, sum er í Tromsø í Norðurnoreg í heum døgum. Á ráðstevnuni vísti borgarstjórin í Tórshavnar kommunu á tí stóru framgongd, ið hevur verið í Føroyum seinastu árini, og at grundarlagið fyri vælferðini er sambandið millum oyggjarnar og út í heim.
Tórshavnar kommuna skrivar, at vertur í HARDtalk hjá enska BBC var hugtikin av tí vøkstri, sum hevur verið í Føroyum seinastu árini. Tað var Stephen Sackur, ið leiddi samrøðuna.
(Mynd: Tóshavnar kommuna)
Annika Olsen nýtti høvi at vísa á, at Føroyar eru náttúruliga portrið til Arktis, og at Havnin og Føroyar leggja alstóran dent á eitt gott undirstøðukervi. Nevnt varð millum annað, at Tórshavnar havn verður bygd út, nýggj gistingarhús eru ávegis, fleiri beinleiðis flogvegis sambond eru út í heim, og fjarskiftið er sera gott.
- Nú øll eygu eru vend ímóti arktiska økinum og veðurlagsbroytingunum, sum henda her, og við teimum møguleikum og avbjóðingum sum eru, er tað avgerandi, at arktisku londini vísa á grønar loysnir. Her eru Føroyar ein upplagdur møguleiki fyri at royna nýggja grøna tøkni. Málið hjá okkum er, at Føroyar gerast tað grønasta landið í Arktis, segði Annika Olsen
Í hesum sambandi varð víst á, at SEV hevur sett sær sum mál, at øll orka frá ravmagni skal koma frá varandi orkukeldum í 2030.
Arctic Mayors’ Forum verður í Havn í oktobur 2020, og tá fara borgarstjórar úr býum í øllum arktisku londunum at umrøða felags avbjóðingar og møguleikar í arktiska økinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald