
Javni varð stovnað í 1971, og sostatt eru tað í ár 50 ár síðani, at felagskapurin fór undir sítt virksemi. Hetta var hátíðarhildið við “Gullveitslu” í gjárkvøldið.
Nógv fólk var samankomið til hesa stórfingnu veitslu. Dansifrøi var stúgvandi full av fólki, sum hugnaðu sær saman, við góðum mati, felagssangi, røðum, undirhaldi og dansi.
(Mynd: Tórshavnar kommuna)
Vegna Tórshavnar Kommunu nýtti Heðin Mortensen, borgarstjóri eisini høvið, at bera fram eina lítla føðingardagsheilsan.
– Hetta er ein serligur dagur, hjá einum felagsskapi við eini serligari søgu. Ja, hetta er ein serligur dagur fyri okkum øll, segði hann.
– At skapa eitt samfelag, har rúm er fyri øllum, og har øll, eftir egnum førleikum, fáa møguleikan at skapa sær eitt gott lív, tað er ikki løtuverk. Og enn eru vit ikki, í øllum lutum, komin á mál.
– Men uttan Javna, sum í hálvthundrað ár hevur stríðst fyri at menna umstøðurnar hjá teimum við menningartarni, so er nærum ógjørligt at ímynda sær, at vit vóru komin so langt.
Øll røðan hjá borgarstjóranum, umframt fleiri myndir frá veitsluni, kann finnast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald