- Tað eru nokk 90 prosent av teimum, eg møti, sum siga við meg, at eg skal halda fast í ætlanini um eina sendistovu, sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum við Politiken.
Hann sipar til ætlanina hjá landsstýrinum um at lata eina føroyska sendistovu upp í Jerusalem, sum danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen er ímóti.
Les eisini: Jenis: Nú kann Mette Frederiksen prógva, at hon meinti tað
Danski forsætisráðharrin heldur, at øll londini í ríkisfelagsskapinum eiga at fylgja evropeisku leiðini, og tað merkir, at allar sendistovur eiga at vera í Tel Aviv og ikki í Jerusalem.
Eisini Søren Espersen, framsøgufólk í uttanríkismálum hjá Dansk Folkeparti, tekur undir við danska forsætisráðharranum í hesum málinum, hóast hann stuðlar Ísrael.
Hóast hann fegin ynskir, at danska sendistovan í Ísrael verður flutt til Jerusalem, heldur hann eisini, at uttanríkispolitikurin skal førast av donsku stjórnini, og tí heldur hann ikki, at Føroyar skulu sleppa at lata sendistovu upp í Jerusalem.
Les eisini: Sjúrður Skaale: Sendistova í Jerusalem krevur loysing frá Danmark
Michael Aastrup Jensen, sum er framsøgufólk í uttanríkismálum hjá Venstre heldur heldur ikki, at Føroyar eiga at lata sendistovu upp í Jerusalem.
Hann heldur, at tað hevði verið í lagi, um talan bert var um at lata eina handilsskrivstovu upp og ikki eina veruliga sendistovu.
- Tá verður tað nógv meira kontroversielt, sigur hann.
Eisini danski uttanríkismálaráðharrin, Jeppe Kofod tekur undir við Mette Frederiksen.
- Um føroysku myndugleikarnir venda sær til okkum við ynskinum um at hava umboðsfólk í Ísrael, kunnu vit sjálvandi tosa um tað. Men sum forsætisráðharrin eisini gjørdi greitt, tá hon var á vitjan í Føroyum, so er leiðin hjá ríkisfelagsskapinum og ES, at allar sendistovur skulu vera í Tel Aviv.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald