Innanlands

– Vandi fyri at útoyggjarnar standa manntómar innan 10 ár

Útoyggjafelagið harmast um, at útoyggamenning ikki hevur verið eitt evni í valstríðnum og heitir á politisku skipanina um at seta tiltøk í verk

Svínoy (Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

Svínoy (Savnsmynd: Ingi Samuelsen)

2026-03-23 08:37 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Útoyggjafelagið harmast um, at útoyggjamenning ikki hevur verið eitt evni í valstríðnum, nú løgtingsval verður um tríggjar dagar.

Felagið sigur seg vera av teirri áskoðan, at verður einki munagott gjørt nú, er alt dagligt virksemið horvið á útoyggjum um tíggju ár. Nakað, sum felagið eisini sigur seg hava víst á í skrivi, sum varð sent øllum politiskum flokkum 5. mars.

– Tað kann eisini tykjast undarligt, at útoyggjarnar fáa so lítlan ans, havandi í huga at 7 av 18 oyggjum, hava heitið útoyggj, skrivar Útoyggjafelagið.

Í skrivi frá útoyggjafelagnum verður heitt um at seta hesi tiltøk í verk:

  • Útoyggjafelagið kemur á fíggjarlógina við 1.000.000 dkk. Hesin peningur skal nýtast til at seta ein aðalskrivara í felagnum. Hesin skal virka sum bindilið í millum nevndina í Útoyggjafelagnum og almennu mynduleikarnir, umframt at hjálpa íverksetum á útoyggj.
  • Eisini skal hyggjast at stuðulskipanum, ið kunnu fáa fólk at flyta aftur á útoyggj. Tað er týdningarmikið, at skapa arbeiðspláss fyri at fáa ein fólkavøkstur. Tí er sera umráðandi at stuðla undir tær vinnur, ið lata seg gera á útoyggj, og verður tá serliga hugsað um landbúnaðin og ferðavinnuna.
  • Tað er dýrt at seta búgv á útoyggj. Bæði tí, at byggikostnaðurin er væl hægri enn í meginøkinum, og at fíggingarmøguleikarnir eru sera avmarkaðir. Ein loysn kundi verið, at bygging av heilárshúsum á útoyggj, varð frítikin fyri MVG. Hetta, um so tað er treyta av bústaðarskyldu.
  • Samferðslan er umráðandi fyri trivna á útoyggj. Sum støðan er í dag, er samferðslan sum heild góð, men havnarløgini eru í sera ringum standi, og sera dýr fyri smærri kommunur at reka. Vit vilja tí mæla til, at Landsverk yvirtekur havnarløgini á útoyggjunum. Hetta, tí LV hevur vitan og førleikar at viðlíkahalda havnarløg.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder