Uttanlands

– Verður ikki eitt framhald av seinastu fýra árunum

Kamala Harris sigur, at hon ikki verður sum Biden, verður hon vald til forseta – Eg umboði eitt nýtt ættarlið av leiðarum, sigur hon í samrøðu við Fox News

Kamala Harris, varaforseti og forsetavalevni hjá Demokratunum (Mynd: EPA)

Kamala Harris, varaforseti og forsetavalevni hjá Demokratunum (Mynd: EPA)

2024-10-17 13:44 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Verður Kamala Harris varaforseti vald til forseta 5. november, verður komandi valskeiðið ikki eitt framhald av seinastu fýra árunum undir Joe Biden.

Tað segði demokratiska forsetavalevnið í samrøðu við konservativa miðilin Fox News í nátt.

– Mín tíð sum forseti verður ikki eitt framhald av tíðini undir Biden, segði hon, tá verturin Bret Baier spurdi til útsøgnir hennara um, at hon ikki hevði gjørt nakað øðrvísi enn sitandi forsetin.

– Jeg komi við nýggjum lívroyndum, royndum úr mínum yrkislívi og frískum, nýggjum hugskotum. Eg umboði eitt nýtt ættarlið av leiðarum, legði hon afturat.

Hesum tykjast sitandi forsetin og varaforsetin at vera samd um, tí Biden segði eisini herfyri, at Harris fór at "ganga sínar egnu leiðir" sum forseti, skrivar Ritzau.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder