Innanlands

Beinir Johannesen: Yvirskotið hjá undanfarnu samgongu hevði verið 182 milliónir

Beinir Johannesen finst at samgonguni fyri at vera ósiðilig og leggja eftir fíggjarlógaruppskotinum hjá undanfarnu samgongu

(Skíggjamynd: Beinir Johannesen / Facebook)

(Skíggjamynd: Beinir Johannesen / Facebook)

2023-02-14 22:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tey kasta ikki við runu, men hinvegin reypa tey um hvør klárar mest. Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava havt síni fólk til arbeiðis á sosialum miðlum í dag, nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fyri tingið, og vísir eitt avlop upp á 141 milliónir krónur. Hetta í mun til 12,4 milliónir krónur, sum ABH-samgongan legði upp til í heyst.

- Samgongan hevur sitið 54 dagar við landsins leiðslu, og longu nú sæst munurin í krónum og oyrum, skrivar Javnaðarflokkurin.

- Hetta er eitt týðiligt tekin um, at vit halda tað, vit lovaðu undan valinum, sigur Aksel V. Johannesen sambært Javnaðarflokkinum.

[object Object](Mynd: Javnaðarflokkurin / Facebook)

[object Object](Mynd: Tjóðveldi / Instagram)

Hetta er tó ikki allur sannleikin, vil formaðurin í Fólkaflokkinum vera við. Hann sigur í rættleiðing á Facebook í kvøld, at við hækkaðu inntøkumetingini, hevði yvirskotið hjá undanfarnu samgonguni verið 182 milliónir krónur. Altso 41 milliónir hægri enn tað, sum CEF-samgongan leggur upp til.

- Tá ein fíggjarlóg verður løgd fram verður ein inntøkumeting gjørt, sum vísir hvørjar inntøkur landið fær inn í skatti og avgjøldum. Tað vísir seg nú, í mun til uppskotið, sum varð lagt fram í heyst, at man væntar at fáa nakað væl meira í inntøkum fyri 2023. Tað vísir seg at ta talið er 170 milliónir krónur hægri enn í uppskotinum, sum varð lagt fram í heyst.

- Samgongan hevur ikki framt sparingar ella fyri gjørt átøk fyri at fáa fleiri inntøkur inn, so tað er inntøkumetingin sum ger, at avlopið blívur størri. So er tað komið upp á pláss, staðfestir Beinir Johannesen.

- So úrslitið hevði verið eitt yvirskot upp á 182 milliónir, og tað hevði verið við skattalætta og hægri barnafrádrátti, sigur Beinir Johannesen.

[object Object]

[object Object]

Heitir á samgonguna um at hava ein siðiligan tóna
Fólkafloksformaðurin finst eisini at samgonguni fyri ikki at vera siðilig í sínum samskifti.

- Hendan samgongan legði út við at tosa um breiðar semjur, og í løgmansrøðuni var tosað um at orðadrátturin skal vera siðiligur. Og eg vil heita á samgonguflokkarnar um at hava ein meiri siðiligan tóna, sigur Beinir Johannesen.

[object Object](Savnsmynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder