Innanlands

- Vit eru tómir

Koltvísúrniskreppan rakar eisini føroyskar fyritøkur

Bárður Simonsen, stjóri í Fønix

Bárður Simonsen, stjóri í Fønix

2018-06-27 06:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

Kreppa rakar í løtuni øl- og sodavatnsframleiðara kring Evropa. Framleiðarar av koltvísúrni framleiða ikki eins nógv í løtuni og teir vanliga gera, og hetta merkist eisini í Føroyum.

- Vit eru tómir. Vit hava eina fyllustøð, og fáa koltvísúrni heim í stórum kontainarum. Men her er einki, sigur Bárður Simonsen, stjóri í Fønix.

Bárður fortelur, at alt Evropa er sera hart rakt av trupulleikanum. Eitt nú framleiðir stóra fyritøkan Carlsberg onga sodavatn í Danmark ella Svøríki í løtuni. Fleiri innbrot eftir kolsúrni hevur eisini verið í Danmark og øðrum londum seinastu tíðina.

Les eisini: Vandi fyri øl- og sodavatsnkreppu

- Orsøkin til trotið á koltvísúrni í løtuni hongur saman við ammoniakkframleiðsluni. Ammoniakkfarbikkirnar gera CO2 sum eitt biprodukt. Men ammoniaknýtslan minkar um summarið, og tá gera framleiðararnir ofta viðlíkahald á fabrikkirnar, sigur Bárður Simonsen.

Eftirspurningurin eftir koltvísúrni økist eisini nógv um summarið. Ein stórur partur av koltvísúrni verður brúkt til framleiðslu av øl, og um summarið verður drukkið nógv meiri øl. Eitt er at tiltøk av ymsum slag, t.d. festivalar brúka nógv øl, men harafturat verður matur pakkaður við CO2, t.d. tað vit koyra á grillina.

- Vit mangla longu koltvísúrni. Vit royna at skava saman til framleiðsluna hjá Okkara, so at teir klára seg ígjøgnum Voxbotn, sigur Bárður Simonsen.

Les eisini: - Enn ávirkar tað ikki Okkara

Bárður væntar ikki at teir fáa meiri koltvísúrni fyrrenn um 14 dagar, og hann vónar, at teir eru klárir aftur áðrenn Tórsfest er á skránni.

- Men hvussu skulu vit klára okkum, tá ið ein so stór fyritøka sum Carlsberg ikki fær koltvísúrni, spyr stjórin í Fønix.

Hann sigur, at teir hava roynt at fáa úr Íslandi, men einki er at gera.

- Marknaðurin er skralltómur, sigur Bárður Simonsen at enda.

Les eisini: - Vit klára okkum higartil

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder