Innanlands

- Vit flyta Suðuroynna norðureftir

Orðini eigur skemtingarsami skiparin á Havfrakt, Jonhard Gleðisheygg

Jonhard Gleðisheygg (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

Jonhard Gleðisheygg (Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin)

2018-07-01 08:12 Author image
Føroyska Sjómansmissiónin
placeholder

Í fýra dagar hevur Havfrakt siglt millum Porkeri og Kollafjørð við gróti úr Porkeri.

Hann sigur, at grótið, sum bæði er hart og gott, verður knúst og nýtt til asfaltering.

- Jú, tað er gróthørð sigling, at flyta Suðuroynna norðureftir, sigur Jonhard og flennir so hart, at tað hoyrist nærum um alt skipið.

Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð í vikuni. Tíð var bæði til prát, drekka, bíbliuorð og bøn.

Tá vitjanin nærum var av, bjóðaði kokkurin til døgurða og tað vóru so mikið nógvir hønsnarungar í ovninum, at trúboðarin var bjóðaður at eta saman við manningini.

Seks mans eru við Havfrakt og teir eru umborð í seks vikur og so heima í seks vikur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder