
Svenski umhvørvisaktivisturin Greta Thunberg og hini, sum vóru umborð á bátinum "Madleen" vóru rænd í altjóða sjógvi og flutt til Ísrael ímóti teirra vilja, segði Thunberg við journalistar, tá hon lendi á floghavnini í París seinnapartin í gjár.
– Hetta er enn eitt tilvitað brot á rættindi, sum Ísrael hevur framt, segði hon sambært Ritzau.
Thunberg legði afturat, at hvørki hon ella hini umborð á bátinum høvdu brotið nakra lóg.
"Madleen" sigldi við neyðhjálp til Gaza, men báturin varð steðgaður av ísraelska herinum mánadagin.
12 aktivistar vóru umborð á "Madleen", og vórðu teir allir fluttir til Ísrael. Greta Thunberg var ein av fýra aktivistum sum sjálvboðið skrivaðu undir skjøl um útvísing úr Ísrael. Hini áttu valdu ikki at undirskriva.
Týsmorgunin varð 22 ára gamla Thunberg sett á eitt flogfar til franska høvuðsstaðin París, og harfrá fleyg hon víðari heim til Svøríkis, har hon lendi í gjárkvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald