Innanlands

– Vit hava tamarhald á smittuni

Trý fólk, ið fingu staðfest korona, høvdu eingi sjúkueyðkenni og høvdu ikki havt samband við nakra smittukeldu, og tí vórðu royndir teirra greinaðar av nýggjum, sigur landslæknin, nú talið á skrásettum tilburðum minkaði við trimum í gjár

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

Lars Fodgaard Møller, landslækni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-24 15:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Hósdagin í farnu viku segði Lars Fodgaard Møller, landslækni, at koronasmittan var leys í samfelagnum, og at tamarhald ikki var á henni.

Les eisini: – Hava ikki tamarhald á smittuni

Orsøkin var, at trý fólk vórðu staðfest positiv, sum ikki vistu, hvar tey kundu havt fingið smittuna. Men talan vísti seg at vera um eitt mistak.

Í gjár varð boðað frá, at tríggjar av royndunum, sum vórðu tiknar 18. august vórðu greinaðar umaftur, og at tær vístu seg at vera negativar. Sostatt minkaði talið á skrásettum tilburðum við trimum.

Lars Fodgaard Møller, landslækni, sigur við Útvarpið, at hann fekk illgruna um, at okkurt ikki var heilt rætt, tá hann hevði tosað við tey trý, sum vórðu staðfest smittað.

– Um mann ikki hevur verið í sambandi við nakrari smittukeldu, eingi sjúkueyðkenni hevur og yvirhøvur ikki skilir, hvussu mann kann vera blivin smittaður, so velji eg eg at kanna fólk á nýggjum, sigur hann.

Landslæknin metir nú, at tamarhald er á smittuni kortini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder