Tjóðveldið missir ikki mótið av, at veljarakanningin hjá Spyr.fo vísir, at flokkurin liggur nakað aftan fyri hinar stóru flokkarnar í kappingini um at fáa umboðan á Fólkatingi.
- Hetta er als ikki ræðandi. Hetta vísir bara, at tað er eitt arbeiði at gera fram til fólkatingsvalið einaferð verður, so at vit kunnu vinna tað mista innaftur.
Tað sigur Magni Arge, fólkatingsmaður fyri Tjóðveldi.
Les eisini: Veljarakanning: Bæði Sjúrður og Magni falla
Magni Arge hevur sitið á Fólkatingið so at siga alt hetta valskeiðið fyri Tjóðveldið. Hann fekk næstflest atkvøður á listanum eftir formannin, Høgna Hoydal, men hevur sitið so at siga fast á danatingi síðan Høgni Hoydal gjørdist landsstýrismaður fáar vikur eftir fólkatingsvalið seinast.
Magni Arge heldur ikki, at støðan nú er so nógv øðrvísi enn hon var undan fólkatingsvalinum seinast. Tá var eisini sera langt, eini tíggju prosentstig, frá Tjóðveldi og upp til teir flokkarnar, sum stóðu seg best í veljarakanningum undan valinum, Sambandsflokkinum og Javnaðarflokkinum.
Men tá samanum kom, gjørdist Tjóðveldi størsti flokkur, og fekk fyrstvalda føroyska umboðið við 24.5 prosentum av atkvøðunum framman fyri Javnaðarflokkin, sum fekk 24,3 prosent.
- Veljarakanningin vísir, at rættiliga javnt er millum teir fýra stóru flokkarnar, serliga tá hugsað verður um, at óvissan kann vera góð 3 prosent. So í útgangsstøði er støðan betri fyri okkum nú, enn hon var fyri fýra árum síðani, sigur Magni Arge.
Hann ivast ikki í, at tjóðskaparkreftir fara at leggja árar í sjógv fyri at varðveita sessin, nú tað vísir seg, at flokkurin ikki kann kenna seg heilt tryggan at fáa umboðan aftur.
Magni Arge er ikki so bilsin av, at tað er rættiliga stórur partur av tjóðveldisveljarunum, sum siga, at føroyingar skulu hava umboðan á Fólkatingi.
- Tað veldst eitt sindur um, hvussu spurt verður. Sjálvandi vil flokkurin ikki geva pallin til onnur, tá hann nú er har. Men spurdi tú, um føroyska fólkatingsumboðanin skuldi verið tikin av, so ivist eg ikki í, at flest allir tjóðveldisveljarar høvdu tikið undir, sigur Magni Arge.
Enn er Tjóðveldið ikki komið á mál við uppstillingini til komandi fólkatingsval.
Magni Arge vil ikki váttað, at hann er høvuðsvalevni hjá flokkinum – tað er nakað sum flokkurin og ikki hann avgerð – men hann hevur bjóðað seg fram og vónar at koma við á listan.
- Tí tað hevur týdning at standa inni fyri tí, ein hevur avrikað, og tað er ikki so lítið heldur, sigur Magni Arge.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald