- Vit mugu sum ungdómur hugsa longri enn okkara egna unga ættarlið. Vit hava sum ungdómur skyldu til at hugsa um okkara eftirkomarar, og hvussu ið teirra heimur kemur at síggja út.
Hetta sigur formaðurin í Unga Sjálvstýri, ið samstundis boðar frá, at tey taka undir við veðurlagsverkføllunum ið Ringrás saman við øðrum ungmannafeløgum hava tikið stig til.
- Vit í nýggju nevndini halda hetta vera eitt sera gott tiltak, og sjálvandi ynskja vit sum eitt ungmannafelag ið vil vera við til stuðla undir - og framskunda - grønu umleggingina, at vera ein partur av hesum átakinum.
Taka vit m.a. ferðavinnuna, so metir Heri Danielsen tað vera neyðugt, at um vit framhaldandi skulu kunna marknaðarføra okkara náttúru sum verandi “rein” og “óspilt”, at vit taka nøkur ítøkilig stig fyri at tryggja, at Føroyar eisini í framtíðini kunnu vera verandi reinar og óspiltar.
Hann metir ikki, at prátið skal snúgva seg um at Føroyar í alheimsmyndini fylla lítið. Hann metir í staðin, at prátið skal snúgva seg um hvussu ið føroyingar kunnu vera við til at senda ein boðskap til umheimin um, at um vit megna at taka ítøkilig stig til at betra um støðuna, ja, so kunna onnur lond eisini.
- Unga Sjálvstýri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald