Innanlands

– Vit vilja vera ein semjusøkjandi konstruktivur andstøðuflokkur

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum í formansrøðuni á landsfundi hjá flokkinum í Vestmanna í morgun

2023-03-25 13:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sambandsflokkurin fer sum størsti andstøðuflokkur at arbeiða konstruktivt til frama fyri føroyingum og Føroyum, saman við samgonguni.

Tað segði Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum í formansrøðu sínari á landsfundi hjá flokkinum í morgun.

– Vit høvdu sjálvsagt ynskt, at vit enn sótu við borðendan og høvdu betri møguleika at føra okkara vallyfti út í lívið, segði Bárður á Steig Nielsen, sum vísti á, at seinastu tvey valini hava verið góð val fyri Sambandsflokkin.

– Tað fyrsta, fólkatingsvalið, var eitt søguligt val sum størsti flokkur, og tað næsta, løgtingsvalið, sum næststørsti flokkur við sjey tingsessum. Vit gjørdu tað, sum eingin veljarakanning ella miðil spáddi var gjørligt.

Sambandsflokkurin ynskti eftir valið at samstarva breitt, og strekti flokkurin seg langt fyri at koma til samráðingar, segði hann.

– Vit høvdu ein áhuga í, at samstarva breitt og gera upp við blokkpolitikkin. Tað var eisini tað, sum veljarin ynskti. Javnaðarflokkurin vildi saman við Tjóðveldi, so vit strektu okkum langt fyri at koma til samráðingar, og funnu loysnir uppá tað mesta, eisini ríkisveitingina. Kortini valdi táverandi andstøða hvønn annan framum skynsemið og ágóðarnar í einum breiðum samstarvi.

Men hóast Sambandsflokkurin nú situr í andstøðu, verður politikkurin hjá flokkinum ikki goymdur næstu fýra árini.

– Vit koma at halda áfram at føra okkara politikk fram, og veruliga verða ein semjusøkjandi konstruktivur andstøðuflokkur.

Bárður á Steig Nielsen segði, at Sambandsflokkurin hevur lagt fleiri uppskot fyri Løgtingið, ið hava týdning fyri at varðveita og menna føroyska vælferðarsamfelagið. M.a. nevndi hann lógaruppskot um inflasjónsískoyti, avtøku av mótrokning í pensjónini av arbeiðsinntøku, broytingar í tøkugjaldinum, fleiri tvískattaavtalur, og um vakmyndatól.

Eisini segði hann, at Fróðskaparsetrið og yrkisútbúgvingarnar skulu mennast, og at lestrarstuðulin skal hækkast. Lestrarstuðulin skal hækkast við 1000 krónur um mánaðin til lesandi undir hægri lesnað og við 500 krónum til miðnámskúlanæmingar.

Viðgerðartrygdin er eisini framvegis eitt av fremstu málum hjá flokkinum, segði hann, men størsta avbjóðingin beint nú er kommunulæknatrotið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder