Innanlands

- Vóna at hetta verður eitt varandi tilboð tí tørvur er á tí

Eftirspurningurin eftir at sleppa í tilboðið Støðin, sum er til næmingar við skúlaaftran á Skálafjørðinum, er stórur, og fleiri næmingar eru helst á veg

- Vit meta, at tilboðið eigur í mesta lagi at fata um seks børn við verandi játtan. Royndirnar, sum vit hava gjørt, vísa, at næmingarnir skjótt falla til í tilboðnum. Frá at vera tigandi, innilukkaðir og øgiliga spakir, eru teir nú meira tryggir (Mynd: skulabladid.fo)

- Vit meta, at tilboðið eigur í mesta lagi at fata um seks børn við verandi játtan. Royndirnar, sum vit hava gjørt, vísa, at næmingarnir skjótt falla til í tilboðnum. Frá at vera tigandi, innilukkaðir og øgiliga spakir, eru teir nú meira tryggir (Mynd: skulabladid.fo)

2023-03-16 17:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tilboðið við næmingunum á Støðini er so væl eydnað,at tað eigur at gerast varandi tilboð.

Hetta halda Anja Pálsdóttir, lærari á Støðini, og Jónleif Johannesen, varaskúlastjóra í Runavíkar kommunuskúla, sum hava tosað við Skúlablaðið. Talan er um eitt tilboð fyri næmingar við skúlaaftran, og royndirnar higartil hava víst, at næmingarnir broytast á ymsan hátt eftir eina tíð

- Vit meta, at tilboðið eigur í mesta lagi at fata um seks børn við verandi játtan. Royndirnar, sum vit hava gjørt, vísa, at næmingarnir skjótt falla til í tilboðnum. Frá at vera tigandi, innilukkaðir og øgiliga spakir, eru teir nú meira tryggir og opnir, práta og luttaka í ymsum spølum saman við hinum næmingunum í tilboðnum. Tað er ein stór framgongd, og foreldrini hava eisini merkt tað heima.

Metta verður at hetta er væl betri fyri børnini, enn at vera í einum vanligum skúlaflokki

- Okkum hevur manglað eitt tilboð, sum ikki hevur til endamáls at noyða næmingarnar inn aftur í flokkin. Tað er ein sannroynd, at tað vilja hesir næmingarnir fyri alt í verðini ikki. Vit vóna tí, at hetta tilboðið kann gerast eitt varandi tilboð, tí tað er alt, sum bendir á, at tørvurin bara veksur, og vit síggja, at næmingar við skúlaaftran gerast yngri. Eftirspurningurin eftir at sleppa í tilboðið er stórur, og fleiri næmingar eru helst á veg.

Upprunaliga ætlanin var, at tilboðið eisini hevði tímar til sálarfrøðing, sum eina ferð um vikuna hevði samrøður við næmingarnar. Eisini var ætlanin, at lærararnir høvdu næmingasamrøður eina ferð um vikuna, men tað hava næmingarnir ikki verið hugaðir fyri.

- Næmingarnir vilja hava okkum lærarar at gera tað, vit eru útbúgvin til, nevniliga at undirvísa. Hinum vilja teir hava sálarfrøðingin at taka sær av. Tað er týdningarmikið, at næmingarnir fáa regluligar samrøður hjá sálarfrøðingi, soleiðis at teir megna at halda á við at møta og vera við, og annars eisini fyri at læra at kenna seg sjálvan og sínar avbjóðingar umframt fáa amboð til at liva við og mennast framyvir. Hetta hava vit sum lærarar ikki førleika til, og tað føla vit manglar í tilboðnum. Ávís tíðarskeið hava ávísir næmingar verið nakað nógv burtur, og tá er tungt hjá teimum at byrja aftur. Um næmingur hevur verið burtur í tveir dagar, kann vera øgiliga tungt at byrja aftur triðja dagin. Her hevði tað verið viðkomandi og hjálpt, um ein sálarfrøðingur hevði fastar samrøður við næmingarnar.

Kelda: Skúlablaðið


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder