Innanlands

- Vónandi sleppa vit undan at herða epidemilógina

Farsóttarnevndin hevur heimild at krevja, at borgarar fara í sóttarhald, men kann ikki krevja at t.d. handlar halda seg til almennu tilmælini

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-04-16 18:13 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Nú sleptu vit ætlanunum um at seta eina herda epidemilóg í gildi í Føroyum, og valdu heldur at geva nøkur tilmæli, sum byggja á álit millum myndugleikarnar og borgararnar. Vónandi koma vit ikki so langt, at neyðugt verður at biðja um heimild at taka fatur í epilógina kortini.

Soleiðis ljóðaði tað frá Bárði á Steig Nielsen, løgmanni, á tíðindafundinum seinnapartin.

Bæði løgmaður, fútin og ovasti læknafrøðiligi ráðgevin hjá Heilsumálaráðnum søgdu seg óttast fyri, at tann (óskrivaði) sáttmálin, sum hevur verið galdandi fyri at forða koronasmittuni at spjaðast, nú spakuliga byrjar at missa sítt virði, tí tað eru alt fleiri, sum ikki fylgja almennu tilráðingunum um, serliga at lata vera við at savnast í størri tali og at halda frástøðu.

- Vit mæltu til eina varðisliga upplating av samfelagnum aftur, og at vit skuldu byrja við dagstovnum og yngstu skúlaflokkunum. Men tað tykist sum um tað eru so nógv, ið eru so altráð at sleppa ígongd aftur, at fyritøkur longu nú hava latið upp fyri sínum virksemi. Tað var ikki meiningin, segði løgmaður.

Eisini Bjarni á Steig, yvirlækni, harmaðist um, at hann upplivdi at síggja alt ov nógv fólk inni í handlum og at fólk eru farin at íðka aftur, og enntá fevnast um onkur hevur gjørt eitt gott avrik.

[object Object]

Tilmælini eru tey somu
Hetta var ikki ætlanin, og tí var høvuðsboðskapurin á tíðindafundinum í dag, at støðan ikki er broytt. Vit skulu framhaldandi uppføra okkum eins fyrimyndarligt, og vit hava gjørt hesar seinastu dagarnar.

Men fyri tað um vit hava upplivað eitt runt null í uppgerðini yvir nýggjar smittutilburðir níggju dagar á rað, so er ongin vissa fyri, at smittan ikki livir millum okkum.

- Tað kann vera ein personur, sum gongur ímillum okkum við smittuni, kanska uttan at vita av tí, og sum hevur smittað fleiri persónar ein av komandi døgunum, vísti yvirlæknin á.

[object Object]

Øll uttanífrá skulu í sóttarhald
Á fundinum varð gjørt greitt, at kravið um at fara í sóttarhald framvegis er galdandi fyri øll, sum koma til landið uttanífrá, og fútin vísti eisini á, at farsóttarnevndin, har hann er formaður, hevur møguleika at krevja av fólki at tey fara í sóttarhald.

Men hann og løgreglan hava ikki heimild til at geva eitt nú handlum og dansistovum kravboð um at rætta seg eftir almennu tilmælunum, til tess krevst ein broyting í epidemilógini, vísti fútin á. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder