Tað var í gjár, at løgreglan fekk fráboðan um plastikk í stórum nøgdum lá og sløddist í Skálafirði. Sløkkiliðið á Skálafjørðinum fekk eisini boð um hetta, og fór at kanna málið.
- Tað bleiv staðfest, at har var rættiliga nógv. Hjá okkum at taka tað upp er vónleyst. Tað vísir seg at vera um allan fjørðin, og tað flýtur, og so fer tað á sjógv aftur og kemur upp onkra aðrastaðni, sigur Sunleif Højgaard, tilbúgvingarleiðari á Skálafjørðinum, við útvarpið.
- Vit hava mælt løgregluni at finna útav hvør eigur hetta, so dálkarin kann fáa tað upp aftur.
Á bólkinum “4 plastic per day” á Facebook eru fleiri, sum hava skrivað um hesa plastdálkingina. Har verður sagt, at hesir plastikk lutirnir eisini eru at finna í Suðuroy, miðstaðarøkinum, Norðoyggjum og í Vágunum.
Sunleif Højgaard sigur við útvarpið, at talan eru um smáar plastikk ringar á stødd við eina krónu, og at tað er í túsundavís.
Sambært løgregluni er talan um lutir, sum hoyra til biofiltur. Filtrini verða nýtt til at reinsa vatn í vatnanleggum í alibrúki.
Les eisini: Løgreglan kannar plastdálking
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald