2018-12-31 19:04
Nógvur vindur hevur verið kring alt landið, og hetta hevur m.a. órógvað bussleiðirnar og siglingina hjá Strandferðsluni.
Tað letur til, at hetta illveðrið fer at órógva nakað afturat, serliga kann hetta órógva tey, ið høvdu glett seg at skjóta fýrverk í kvøld.
Síðan klokkan hálgvum tvey í dag hevur løgreglan eisini fingi 10 fráboðanir um skaðar orsakað av illveðrinum.
Eitt nú er okkurt leyst á takinum á Glasi, og á skúlanum á Fløtum í Havn. Eisini eru onkur leys ting farin í vindinum.
Vakthavandi á politistøðini sigur, at talan tó ikki er um nakrar álvarsamar skaðar, og illveðrið hevur heldur ikki elvt til nakran fólkaskaða
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald