Fyri nærum tveimum vikum síðani boðaði fyrrverandi danski forsætisráðharrin og fyrrverandi Vinstra-formaðurin, Lars Løkke Rasmussen frá, at hann var í ferð við at stovna ein nýggjan politiskan flokk. Um tað eydnast honum at innsavna nóg nógvar undirskriftir til at stilla upp til næsta fólkatingsval, fer uml. tíggjundi hvør veljari í Danmark at umhugsa at velja hann, vísir ein nýggj spurnakanning.
Tað er greiningarstovnurin Voxmeter, sum hevur gjørt kanningina fyri Ritzau.
Les eisini: Lars Løkke: Nýggjur flokkur verður stovnaður í Danmark
1.071 persónar vórðu spurdir, um teir høvdu atkvøtt fyri flokkinum hjá Løkke, og 9,3 prosent av teimum søgdu tað vera antin “sera sannlíkt” ella “sannlíkt”. Talan er um ávikavíst 2,1 og 7,2 prosent.
11,9 prosent av teimum spurdu svaraðu, at tað er “hvørki sannlíkt ella ósannlíkt”, at tey fara at velja flokkin hjá Løkke, meðan 16,9 prosent meta tað vera “ósannlíkt”.
Meira enn helvtin av teimum spurdu – 55,6 prosent – svaraðu tó, at tað er “sera ósannlíkt”. 6,3 prosent av teimum spurdu søgdu seg ikki vita.
Í januar, eftir at Lars Løkke hevði meldað seg úr Vinstra og varð blivin uttanflokkatingmaður, vísti ein líknandi kanning hjá Voxmeter, at 3,6 prosent mettu tað vera sera sannlíkt, at tey fóru at seta krossin við flokkin hjá Løkke, um hann gjørdi av at stovna nýggjan flokk, meðan 10 prosent mettu tað tá vera sannlíkt. Tá luttóku 2.003 persónar í kanningini.
Seinasta kanningin er gjørd umvegis netið í tíðarskeiðnum 9. apríl til 16. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald