Innanlands

10 milliónir krónur at søkja til filmsframleiðslu

Norddok er nýggj donsk pulja til framleiðslu av heimildarfilmum um ríkisfelagsskapin

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-04-26 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

10 milliónir krónur eru nú leysar at søkja til filmsframleiðarar, sum hava ætlanir um at framleiða film, sum lýsir viðurskiftini viðvíkjandi Grønlandi, Føroyum og Danmark.

Hetta upplýsti Det danske Filmsinstitut í gjár. 

Talan er um eina nýggja pulju, sum er ætlað at kunnað um ríkisfelagsskapin í filmsmyndum. Í fráboðanini sigur Filmsinstittet, at átakið er eitt av fleiri, sum hava til endamáls at breiða út vitan um ríkisfelagsskapin. Tað eru danski forsætisráðharrin, Føroya løgmaður og formaðurin fyri Naalakkersuisut í Grønlandi, sum hava gjørt avtaluna.

Játtaðar eru átta milliónir á donsku fíggjarlógini og aðrar tvær milliónir koma frá hyggjara- og lurtaragjøldunum.

Umsøkjararnir skulu vera sjónvarps- ella filmsfeløg og aðrir framleiðarar úr Føroyum, Grønlandi ella Danmark. Fyri danskar umsøkjarar er tað eitt krav, at ein grønlendskur og/ella føroyskur medframleiðari er knýttur at verkætlanini.

Arbeitt verður nú við at seta niður eina fakliga nevnd við tveimum limum frá hvørjum av teimum trimum londunum, sum skal taka støðu til umsóknirnar. Tað er Det Danske Filmsinstitut, sum umsitur ætlanina og veitir metingarnevndini fakliga hjálp.

Umsóknarfreistin um stuðul til verkætlanarmenning er 1. juni og stuðul til framleiðslu er 1. november. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder