Innanlands

10 starvsdagar í Vestmanna

Fríggjadagi vórðu námsfrøðingar og hjálaprfólk heiðrað fyri trúgva tænastu á dagstovnaøkinum í Vestmanna

(Mynd: Vestmanna kommuna)

(Mynd: Vestmanna kommuna)

2026-06-15 16:58 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fríggjadagin vóru 10 starvsfólk á dagstovnaøkinum í Vestmanna kommunu heiðrað fyri drúgva og trúgva tænastu.

Flestu starvsfólk á dagstovnunum í Vestmanna hava starvast á økinum í nógv ár og hava havt og hava ein týðandi leiklut í umsorganini og menningini hjá okkara yngstu borgarum.

Nøkur hava verið við síðan fyrsti barnagarðurin í Vestmanna lat upp um aldarskiftið, og onnur hava starvast á økinum heilt síðan dagrøktarskipanin var, skrivar kommunan.

Starvsdagarnir, ið vórðu hátíðarhildnir vóru 15, 20 og 25 ár.

Hátíðarløta var í hugnaliga Spælhúsinum á bedingini, har starvsfólkini saman við familju og starvsfeløgum vóru komin saman at hátíðarhalda dagin.

Morten Hust Petersen, dagstovnaleiðari, og Sára Jógvansdóttir, borgarstjóri, hildu hvør sína røðu, har tey takkaðu fyri dugnasemi og trúfesti.

Eisini framførdu Pauli Magnussen og Kirstin Johannesen nakrar sangir, og at enda handaði Anja Haldansen, forkvinna í trivnaðarnevndini, gávur til heiðursgestirnar.

[object Object]
(Mynd: Vestmanna kommuna)

Starvsdagarnir vóru hesir:

  • 25 ára starvsaldur – Helena Geyti Jacobsen
  • 25 ára starvsaldur – Eyðvør Egholm
  • 20 ára starvsaldur – Bjørg Hofgaard Nielsen
  • 20 ára starvsaldur – Rakul á Rógvu
  • 20 ára starvsaldur – Bettina Bruun
  • 20 ára starvsaldur – Eyðgerð Joensen
  • 20 ára starvsaldur – Manuela Jensen
  • 20 ára starvsaldur – Fía Egholm
  • 20 ára starvsaldur – Sóley Hórðará
  • 15 ára starvsaldur – Heidi Ingebrigtsen Leo


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder