2021-10-01 12:19

Í gjár vóru 10 nýggir tilburðir staðfestir, vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.
Allir persónar eru smittaðir í Føroyum, og í øllum førum er smittukeldan kend, skrivar corona.fo.
Fimm persónar afturat eru staðfestir frískir, og sostatt eru 109 smittað í løtuni. Eingin er innlagdur.
967 kanningar vóru gjørdar seinasta samdøgrið. 491 persónar eru í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald