2019-03-26 16:13
Nú sunnudagin 31. mars verður minningarhald í Hesti í sambandi við, at 100 ár eru liðin síðan syrgiliga skaðadagin, tá ið 11 mans í bygdini sjólótust.
Tað var 1. apríl í 1919, at fýramannafarið “Hestoyggin” fórst við fýra monnum.
Seksmannafarið “Roysningurin” fór við sjey monnum út at leita eftir fýramannafarinum, men ongin av bátunum vann upp land aftur, og Hestbygd misti henda dagin 11 mans í besta aldri, skrivar Tórshavnar kommuna um syrgiligu hendingina.
Skráin fyri dagin sæst her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald