Uttanlands

100 ára gamli Jimmy Carter náddi at velja Harris

– Eg royni bara at halda meg á lívi nóg leingi til at kunna velja Kamalu Harris, skal fyrrverandi forsetin hava sagt við abbasonin, og týsdagin varð latið upp fyri brævatkvøðum í statinum Georgia, har Carter býr

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter (Savnsmynd)

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Jimmy Carter (Savnsmynd)

2024-10-17 16:07 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

5. november verður forsetaval í USA, og í fleiri statum er latið upp fyri brævatkvøðum. Síðan týsdagin 15. oktober hevur borið til at brævatkvøða í statinum Georgia, og millum teirra, sum hevur brævatkvøtt er fyrrverandi amerikanski forsetin Jimmy Carter.

Carter, sum er sera sjúkur av krabba, hevur síðan í fjør fingið hospiceviðgerð, og gerst hann bert veikari og veikari.

Hann var forseti frá 1977 til 1981, og hevur livað eitt langt og virkið lív. 1. oktober gjørdist hann fyrsti amerikanski forsetin at fylla 100 ár, og í samrøðu undan søguliga føðingardegnum greiddi abbasonur hansara, Jason Carter frá, at Jimmy Carter hevði eitt ynski um at liva nóg leingi til at kunna velja Kamalu Harris, forsetavalevni hjá Demokratunum.

– Eg royni bara at halda meg á lívi nóg leingi til at kunna velja Kamalu Harris, endurgav Jason Carter abba sín fyri at siga.

Tað er Carter Center, felagsskapurin hjá Jimmy Carter, sum hevur boðað frá, sambært Ritzau, at Carter hevur brævatkvøtt, og at hann hevur valt Kamalu Harris.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder