Innanlands

100 ára minnishald fyri Arnleyg Jacobsen

Á minnishaldinum verður stóra arbeiðið, sum Arnleyg og Tummas gjørdu fyri at varðveita gamla býlingin í Norðragøtu lýst í orðum og myndum

2023-01-08 21:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Arnleyg Jacobsen var fødd 29. desember 1922.

Í hesum sambandi verður skipað fyri 100-ára minnishald í Víkingahúsinum í Norðragøtu, leygardagin 14. januar 2023 klokkan 16.

Á hesum haldið verður lýst í orðum og myndum, tað sera stóra arbeiði, sum Arnleyg og Tummas gjørdu, fyri at varðveita gamla býlingin í Norðragøtu, sum nokk er eindømi í Føroyum.

Greitt verður frá týdninginum av at verja um søguna og hvønn týdning hetta hevur fyri bygdina í dag.

Somuleiðis verður kunnað um arbeiðið við Gøtu húsasøgu, sum Arnleyg var í gongd við.

Eystanljóð kemur eisini at framføra sangir á tiltakinum.

Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin, siga fyriskipararnir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder