Innanlands

100 fólk til pallborðsfund um eldraøkið í framtíðini

Tórsshavnar kommuna skipaði fyri pallborðsfundi um framtíðina hjá eldri borgarum

Mynd: Tórshavnar kommuna

Mynd: Tórshavnar kommuna

2019-02-25 19:55 Author image
Ari av Rana
placeholder

 “Vit skulu liva væl og leingi”. Hetta var yvirskriftin á pallborðsfundi mikukvøldið um eldraøkið í framtíðini. Tórshavnar kommuna skipaði fyri kvøldinum, sum var væl vitjað við áleið 100 fólkum.

Bergun Kass, forkvinna í eldranevnd kommununnar, beyð vælkomin, og síðan vóru tríggjar sera áhugaverdar og viðkomandi framløgur á skrá.

Eyðfríð L Jacobsen, heilsu – og umsorganarstjóri, greiddi fyrst frá broytingunum í fólkasamansetingini komandi árini og áhaldandi avbjóðingini við at útvega nóg nógv heilsusfaklig starvsfólk til eldraøkið. Heilsu- og umsorganarstjórin greiddi eisini frá um- og nýbyggingum. Fyri framman eru hesar um- og útbyggingar á skránni: Depil til fólk við minnissvinni, Umlættingar- og endurvenjingardepil og nýtt røktarheim við røktaríbúðum knýttum uppí, ið verður bygt komandi 4 árini.

[object Object]

Jóannes Norðberg Poulsen gav áhoyrarunum nakað at hugsa um í áhugaverdari framløgu um, hvussu umráðandi tað er at vera frammanfyri, tá ið tað snýr seg um vælferðartøkni. Á henda hátt gerst vælferðartøknin nakað, tú velur aftrat heldur enn at vraka. Soleiðis ber til at stýra vælferðartøknini og ikki øvugt. Tað er ikki ein spurningur, hvørt vit skulu nýta vælferðartøkni, men spurningurin er, hvat vit skulu nýta vælferðartøknina til, og hvat vit ikki skulu nýta hana til. Hetta eiga vit at gera okkum greitt, eisini sum einstakir borgarar.

Triðju framløguna høvdu Charlotte Petersen og Niels Hansen, frá FrivilligCenter for seniorer í Aarhus. Hetta var ein kveikjandi framløga um teirra virki sum sjálvboðin, um hvussu sjálvboðið virksemi er gevandi bæði fyri tann sjálvbodna og tey, ið fáa ágóðan. Tey løgdu eisini dent á, at tað er umráðandi, at sjálvboðin fáa karmar at virka í, og at tað ikki er ókeypis. Til tess at heysta ágóðan av sjálvbodnum er fyrst neyðugt at gera íløguna í tað sjálvbodna virksemið. 

Eftir framløgurnar varð livandi orðaskifti, og farið varð víða um, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni. Eisini komu fleiri góð hugskot um framtíðar møguleikar, sum eisini stuðla undir eitt heilsugott og virkið eldralív. 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder