2019-03-26 19:32
350 fólk fingu tilboð um íbúð á Biskupstorgi, og av hesum hava 100 víst áhuga,og vóru tey í dag boðin til eina framvísing. Tað skrivar Klaksvíkar kommuna.
íbúðirnar á Biskupstorgi eru 30 í tali, og tær eru í ymiskum støddum: 71, 80, 84, 119, 122, 137 og 142 m2. Kostnaðurin liggur millum 5.600 og 10.600 krónur um mánaðin, plus ljós og hita.
Áhugin at sleppa inn er stórur, og í morgun var ein rúgva á fólki og hugdi eftir íbúðunum.
Einn onnur rundvísing verður hósdagin 28. mars, og efter ætlan kunnu tey fyrstu flyta inn 1. mai.
Myndir av íbúðunum kunnu síggjast her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald