Innanlands

10.000 krónur frá Lions til Sóljubussin

Bussurin koyrir túrar við sjúklingum í Keypmannahavn

2019-02-05 17:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Á samkomu í Glyvra Hanusarhúsið í Norðragøtu mánakvøldið, handaði Jan Petersen Presidentur fyri Lions Club Eysturoy/Klaksvik, Lauru Olsen ein kekk á 10.000 krónur.

Laura Olsen er umboð fyri stuðulsfelagið hjá Sóljubussinum, sum eigur og rekur bussin hjá Sjúklingahotellinum í Keypmannahavn.

Laura Olsen og Jústines Justinussen, sum umboðaðu Sóljubussin, greiddi frá, at tey eru sera takksom fyri tann stuðul, sum verður veittur teimum í hesum sera neyðuga arbeiði. Bussurin er frá 2014, og trongir til ábøtur og dagligur rakstrarkostnaður skal eisini avgreiðast.

Vanliga verða gjørdir tríggir túrar hvørja viku, vanliga mikudag, leygardag og sunnudag, ymsa staðir runt í nærumhvørvinum í Keypmannahavn, og eru sjúklingarnir sera takksamir fyri henda møguleika. 

[object Object]
Laura Olsen og Jústines Justinussen eru fegin um stuðulin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder