placeholder
Uttanlands

100.000 ferðafólk kunnu verða rakt av Ryanair-verkfalli

Flogtænastufólk hjá Ryanair í Belgia, Portugal og Spania fara í verkfall í næstu viku

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2018-07-19 12:36 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Lágprísflogfelagið Ryanair noyðist at avlýsa 600 fráferðir mikudagin og hósdagin í næstu viku vegna verkfall. Ryanair metur, at upp móti 100.000 ferðafólk kunnu verða ávirkað.

Verkfallið fer at ávirka tey, ið skulu flúgva til ella frá Belgia, Portugal og Spania. Í hesum londunum hava flogtænastufólk boðað frá verkfalli vegna vánalig lønarviðurskifti.

Ryanair sigur, sambært DR, at "verkfallið er óneyðugt og vinnur einki annað enn at órógva familjuferðir".

Ryanair leggur afturat, at flogtænastufólkini hjá teimum fáa góða løn, ið er upp til 40.000 evrur, ið svarar til uml. 300.000 krónur, árliga.

Ein listi við 34 krøvum til leiðsluna hjá Ryanair varð almannakunngjørdur fyrr í juli mánaða.

Tað vóru flogtænastufólk úr øllum Evropa, ið stóðu aftanfyri listan, og á honum stendur millum annað, at tey ynskja "eina rættvísa løn at liva fyri" og sáttmálar, ið eru gjørdar eftir lógunum í teirra egna heimlandi í staðin fyri lógunum í Írlandi, har Ryanair er frá.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder